Bachelor of Arts in History, Small Nations and Globalisation

  • Studiefakta

    • Studienivå
      Bachelor studium
    • Fagområde
      History and Social Sciences
    • Studieprogram
      Bachelor of Arts in History, Small Nations and Globalisation
    • Studiepoeng
      180
    • Studiested
      Tórshavn
    • Studieform
      Platsbunden, Heltid
    • Start
      2025 Høst

Kort om studieprogrammet

At geva næmingum førleikar innan søgufrøði. Hetta lestrarætlanin gevur næmingum eina sterka grundvøll í søgufrøði sum ein vísindaligur fakgrein, og serliga vitan um føroyska søgu í einum altjóða høpi. At geva næmingum eina góða fatan av háttaløgum og teori innan fakøkið, og hvussu hesi kunnu nýtast til gransking og tulking av vísindaligum arbeiði innan søgu. At geva næmingum royndir og førleikar at nýta tvørfakligar háttaløg og arbeiða við trupulleikagrundaðum verkætlanum.

Relevans for videre studier

Við hesi útbúgving kann næmingurin vænta at lúka treytirnar fyri at halda fram við lestri á viðkomandi M.A.-útbúgvingum (‘2. stig’), og – alt eftir upptøkutreytum – eisini á øðrum M.A.-útbúgvingum uttanfyri søgufrøðiliga økið. Tað er neyðugt at tryggja sær, at allar fortreytir eru loknar fyri einstøku útbúgvingarnar áðrenn umsókn, tí stovnar hava ymiskar upptøkutreytir.

Læringsutbytte

  • Greiða frá heimssøgu í høvuðsdreingjum, bæði áðrenn og eftir 1750.
  • Lýsa grundleggjandi spurningar í evropeiskari søgu, bæði áðrenn og eftir 1750.
  • Greina ymiskar søguligar keldur og greiða frá muninum á teimum.
  • Seta spurnartekin við og meta um søguligar keldur.
  • Meta um søguligar keldur í sambandi við evnið, ið verður viðgjørt.
  • Greiða frá grundleggjandi søguligum hugtøkum og nýta hesi í viðgerð av søguligum keldum.
  • Greina sambandið millum ymisk sløg av søguligum keldum.
  • Greina og draga nágreiniligar niðurstøður burtur úr einari ávísari søguligari keldu.
  • Kenna samband millum hugtøk í eldri føroyskari søgu og søguligar umstøður í grannalondunum.
  • Greiða frá lógargrundarlagnum, sum liggur aftanfyri almenn skjalasøvn, og frá høvuðsuppgávu teirra.
  • Meta um týdningin, sum skjalasøvn hava fyri ymiskar partar av samfelagnum.
  • Kanna søguligar keldur á Tjóðskjalasavninum fyri at svara ávísum søguligum uppgávum.
  • Lýsa hvussu vitan frá øðrum frøðigreinum kann nýtast í søguligum arbeiði.
  • Skipa egið lestrararbeiði og niðurstøður í eina samanhangandi og miðvísa ritgerð, og nýta hana sum grundarlag fyri viðkomandi og væl grundaðar niðurstøður og sjónarmið.

Studiemodeller

World History after 1750
EmneType2025 H2026 V2026 H2027 V
Basiskurs
10
Basiskurs
10
Valgfag - velg ett av fagene under
55
 
Valgkurs
55
 
Valgkurs
55

Arbeidskrav i World History after 1750

EmnebeskrivelseSkriftligPraktiske øvelseSum
2022.15 Heimssøga eftir 1750011
2023 Heimssøga frá miðøldini til 1750101
2023 Heimssøga frá miðøldini til 1750101
2022.15 Heimssøga eftir 1750011
Sum224
Dette er en aggregert visning på tvers av alle emnene i studiemodellen. Se hvert emne for detaljerte beskrivelser.

Vurderingsformer

Skrivligar royndir, skrivligar royndir við munnligari framløgu, munnligar framløgur (einstaklings- og bólkaarbeiði), verkætlanir o.a. B.A.-ritgerðin verður vard munnliga.

Utdanningsform

Undirvísingarhættirnir eru fyrilestrar, næmingaframløgur, skrivligar uppgávur, bólkaarbeiði og venjingar. Meginparturin av sætta lestrarhálvu er settur av til arbeiðið við B.A.-ritgerðini undir vegleiðing.

Forventet arbeidsinnsats i World History after 1750

EmnebeskrivelseGruppearbeidVeiledningLærerstyrt undervisningSum
2022.15 Heimssøga eftir 175000150150
2023 Heimssøga frá miðøldini til 17501701244226
2023 Heimssøga frá miðøldini til 17501701244226
2022.15 Heimssøga eftir 175000150150
Sum34024388752